Ongi úrslit

Smyril flutt 2.800 fólk suður á jóansøku - tey halda at tað er met

Áki Bertholdsen
10 tímar síðan

Hendan dagin boðaði Strandferðslan frá, at tað var metstórur áhugi fyri at sleppa suður til Vágs á jóansøku í ár.

Tí hava tey siglt upp aftur fleiri eykatúrar við Smyrli enn tey plaga á jóansøku, og skiparin sigur, at tað hevur eisini verið rættiliga nógv fólk við.

Hann sigur, at tað var longu hósdagin at tey fyrstu fóru suður at halda jóansøku og nú Smyril er á veg suður í morgun á seinasta túrinum í sambandi við jóansøkuni, hevur  hann flutt tilsamans 2.797 ferðafólk suður síðani hósdagin.

Hósdagin fóru 865 ferðafólk suður við smyrli og í gjár flutti Smyril tilsamans 1.352 fólk suður, 744 tann fyrra túrin og 608 tann seinna túrin. Og á túrinum nú í morgun eru 580 fólk við.

Skiparin sigur, hetta fer í hvussu so er at vera út ímóti tí mesta, Smyril hevur flutt á jóansøku.

Skiparin á Smyrli sigur, at Strandferðslan hevur gjørt nógv burtur úr at kunna fólk um bíleggingar og onnur viðurskifti, og tað hevur víst seg, at fólk hava tikið tað til sín.

Sostatt hava ferðafólkini verið meiri spjadd yvir teir ymsu túrarnar hesa ferð enn tey onkuntíð hava verið.

Tað hjálpti heilt væl upp á støðuna, at so nógv fólk vóru við hósdagin og í gjár plagdi tann heilt stóri túrurin verða tann av Havnini klokkan 13, men tað var býtt nógv javnari ímillum túrin á miðdegi og kvøldartúrin.

Men annars sigur skiparin at biladekkið hevur verið púra fult á fleiri túrum. Í morgun eru 130 bilar við, og aðrar túrar hava tað verið 180, men tað er eisini farmur og treylarar at føra, so Smyril hevur verið fullur undir lúkurnar á fleiri túrum.

Í morgun eru nógvir kappróðrarbátar við, meiri enn tað plaga á túrinum leygarmorgun,  tí nógv teir flestu bátarnir plaga at koma suður fríggjadagin.

– Sum heild hevur tað gingið heilt væl at avgreiða alt ferðafólki og allar bilarnar, sigur skiparin.

Av tí, at Smyril siglur so nógvar túrar um Suðuroyarfjørð sunnudagin, fær hann ikki siglt eftir vanligu ferðaætlanini mánamorgunin, tí annars brýtur manningin altjóða reglurnar um hvílitíð.

Av tí sama verður tað Teistin, sum siglur túrin norður mánamorgunin klokkan seks. Hann fer til Suðuroyar í kvøld og liggur so á Krambatanga til í morgin ári.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

Í gjár kl. 07:43

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

Í gjár kl. 19:35

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Vit blivu ordiliga rørd

15. juni kl. 22:41