Ongi úrslit

Smyril skerjir talið á ferðafólki í tvær vikur - og strikar tveir túrar

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Í løtuni verður arbeitt upp á bjargingarútgerðina á Smyrli og tað merkir, at hann má sigla við avmarkaðum talið á ferðafólki.

Strandferðslan sigur, at frá í dag, 8. septembur til mikudagin 23. novembur, hevur Smyril sostatt bara loyvi at føra 500 ferðafólk.

Hetta arbeiði kemur eisini at ávirka á ferðaætlanina hjá Smyrli. Tað merkir, at mikudagin 16. septembur, tað er næsta mikudag, og mikudagin 23. septembur, verða túrarnir av havnini klokkan 8.45 og av Krambatanga klokkan 11.30, ikki sigldir.

Tað eru MES støðirnar á Smyrli, sum verða dagførdar. MES stendur fyri Marine Evacuation System og tað eru tey støðini umborð hagar ferðafólkið skal fara í eini neyðstøðu so at tey kunnu flytast av skipinum í eini skjótari vending.

Ein MES støð er ein sloka, sum kann blásast upp og sum ferðafólkið fer niður ígjøgnum og sum gongur beint niður í stórar bjargingarbátar, sum liggja á sjónum.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

Fýra bilførarar í óhappi í gjár - minst ein kann vænta at missa koyrkortið

6. sepember kl. 09:17

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03