Leygarkvøldið 12. september verður aftur Søgugonga í Oyndarfirði. Á skránni eru søgur, sangur og føroyskur dansur. Endamálið við tiltakinum er at kveikja áhugan fyri søgum og menna kynstrið at siga frá.
Søgugongan byrjar klokkan 19 í gomlu trækirkjuni við frásøgn og felagssangi. Síðani verður gingið hús úr húsi. Vitjað verður millum annað í Kinn, Víkahúsunum, Ansastovu, Húsunum á Breyt og gamla skúlanum.
Frá huldusøgum til Regin Dahl
Níggju frásøgufólk eru við í ár. Tey fara at siga bæði staðbundnar søgur og søgur úr stóru verð. Eisini verða frásagnir um Eiðismenn, abbasystrar, huldusøgur og tað, sum hendir „aftan fyri gardinurnar“.
Kvøldið endar aftur í kirkjuni, har Knút Háberg Eysturstein fer at greiða frá um Regin Dahl. Brøðurnir Hans og Høgni H. Debes fara síðani at framføra nakrar av fólkakæru sangunum hjá Regini.