Ongi úrslit

Sølvi er rørdur undan finaluni

Rógvi Jacobsen heldur, at tað skal ganga illa hjá KÍ og sera væl hjá Víkingi, um steypið skal flyta úr Klaksvík og í Sarpugerði

Jonhard Hammer
2 tímar síðan

Klokkan 19 fer Heini Ziska Viðoy at bríksla fyri fyrstu ferð á Tórsvølli. Tað verður finala í kappingini um løgmanssteypið millum Víking og KÍ, og umstøðurnar at spæla fótbólt eru góðar.

Á liðuppstillingini er tað hjá Víkingi at leggja til merkis, at Rani Hansen er í álopinum, nú Aron Benjaminsen ikki er við.

Hjá KÍ er tað merkisvert, at Gaston Nicolas Tellechea og Hallur Hansson eru á beinkinum saman við Jean Carlos De Brito og Deni Pavlovic er ikki á listanum. Gilli Rólantsson Sørensen og Odmar Færø eru miðverjar, Daniel Johansen er á vinstra vongverja, og René Shaki Joensen er á miðvøllinum.

Elsti maður á vøllinum í kvøld er 40 ára gamli Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi, sum seks ferðir hevur verið við til at vinna steypafinaluna:

-Eg dugi ikki at siga, um hetta verður síðsta finalan hjá mær. Tað fer tíðin at vísa. Hóast eg ofta havi verið við, so er tað framvegis stórt at vera partur av hesum. Tað hevur verið heilt rørandi at vera vitni til so nógv, sum tað í vikuni hevur verið gjørt buturúr í Leirvík og Gøtu, og at síggja, hvussu nógvir ljósabláir áskoðarar eru a veg til Havnar í bussum og bilum, sigur Sølvi Vatnhamar, sum roknar við møguleikanum, at hann og liðfelagarnir fara at vinna í kvøld:

-Eingin ivi er í, at KÍ er favorittur. Men vit hava spælt fleiri spennandi og tættar dystin ímóti KÍ fyrr í ár, og soleiðis rokni eg eisini við, at tað verður í kvøld, sigur liðformaðurin hjá Víkingi.

Millum áskoðararnar á Tórsvølli er fyrrverandi KÍ meistarin og steypavinnarin Rógvi Jacobsen, sum saman við Klæmint A. Olsen eigur metið í málum á landsliðnum. Teir hava skorað 10 landsliðsmál.

-KÍ er favorittur, og KÍ spælararnir hava fleiri royndir at spæla týdningarmiklar dystir, enn víkingarnir hava. Men KÍ spælararnir hava spælt fleiri dystir í summar, enn Víkingur hevur, so tað kann vera, at tað fer at síggjast aftur í kvøld, heldur Rógvi Jacobsen:

-Men hóast KÍ er favorittur, so er tað framvegis møguleiki fyri, at Víkingur kann vinna, og tað er tað, sum ger, at tað er so spennandi at vera áskoðari í kvøld, sigur Rógvi Jacobsen.

 

Víkingur – KÍ kl. 19.00

Dómari: Heini Ziska Viðoy

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Jósef Ólavsson Gleðisheygg, Arnbjørn Svensson, Ingi Arngrímsson, Ingi Jonhardsson – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Arnór Brandsson, Sølvi Vatnhamar – Jákup Johansen, Rani Hansen, Jørgen Nielsen

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

KÍ: Mark F. Jensen  – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gilli Rólantsson Sørensen, Daniel Johansen – Mansour Sinyan, René Shaki Joensen, Oussama Ali – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Filip Brattbakk

Venjari: Magnus Powell

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

Løtumyndir-Norðfestivalurin

29. august kl. 21:18

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Tekur undir við heilsumiðstøðirnar í Suðuroy verða lagdar saman

Í gjár kl. 09:50

Fara at gera kollveltandi royndir við fiskiskapi undir Føroyum

1. sepember kl. 08:50