Ongi úrslit

SPÆLIR TÚ TÓNLEIK? SO ER TAÐ NÚ.

Tórsgøta
7 tímar síðan

Freistin at melda seg til Sement 2026 er 1. september, og um tú hevur hugsað um at vera við, so er tað nú, tú skalt smekka til.

Sement er fyri teg, sum tekur tónleikin í álvara og vil taka næsta stigið. Tað er onki aldursmark, og tú kanst vera bæði roynd/ur og óroynd/ur. Tað týdningarmesta er, at tú hevur okkurt, tú vilt vísa fram.

Nógv nøvn, sum í dag eru kend á føroyska tónleikapallinum, hava verið við á Sement. Millum onnur RSP, Aggrasoppar, Tunghoyrt, Dania O. Tausen, Joe & The Shitboys, Marius DC, Jasmin Mote, Hamferð, Konni Kass og Lyon.

Á Sement fært tú ein góðan og tryggan pall, sjónvarpsupptøkur, feedback og sparring frá royndum fólki í tónleikavinnuni og møguleika at spæla teg víðari til størri pallar.

Vinningarnir eru 30.000, 20.000 og 10.000 kr., og tú kann eisini vinna eitt pláss á G!, SPOT Festival og øðrum pallum.

Um tú situr við einum lagi, einum bólki ella einari ætlan, sum tú hevur hug at gera nakað meira við, so er ikki at bíða ikki til næsta ár.

Freistin er 1. september.

Melda teg til á:

www.torsgota.fo/sement

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17 tímar síðan

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39