Ongi úrslit

Spania er í HM-finaluni

Ragnar Sjurðarson
4 tímar síðan

Spanska veitslan kann halda fram.

Spania er í HM-finaluni fyri fyrstu ferð síðan 2010. Tað er greitt eftir ein sannførandi 2-0-sigur á Fraklandi, sum als ikki megnaði at fáa Mbappé, Olise og Dembélé í fokus. Álopskendu stjørnurnar vóru bert ein skuggi av sær sjálvum, og tí má Frakland taka til takkar við einum dysti um bronsuna fríggjadagin.

Frakland varð taktiskt fullkomiliga útspælt í hesi HM-hálvfinaluni – enn eitt meistaraverk frá Luis de la Fuente.

Mikel Oyarzabal legði Spania á odda úr 11 metrum í fyrra hálvleiki eftir eina klossuta atgerð hjá Lucas Digne, og í seinna hálvleiki hildu trupulleikarnir hjá Fraklandi fram.

Pedro Porro setti krúnuna á eitt framúr gott spanskt álop, tá ið ein tími var leiktur, og bert fáar minuttir seinni fekk Lamine Yamal eitt mál kolldømt.

Spania hevði fult tamarhald á dystinum tað, sum eftir var. Fraklendingarnir løgdu trýst á móti endanum – men til fánýtis.

Mest lisið hesa vikuna

Brúðgommurin fer úr kirkjuni og at rógva kapp

11. juli kl. 08:08

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

Í gjár kl. 07:20

Syrgilig tíðindi á døgurða

Í gjár kl. 20:56

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

10. juli kl. 15:30

Fólkavøksturin tikið dik á seg - men tað eru mest útlendingar

10. juli kl. 10:00

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

8. juli kl. 15:30