Spania stóð fyri 15 prosentum av longu feriuferðunum hjá dønum til útlanda í 2025. Talan er um ferðir við í minsta lagi fýra gistingum.
Italia kom næst við 10 prosentum. Grikkaland og Týskland býttu triðjaplássið við átta prosentum í part. Frakland og Svøríki stóðu fyri seks prosentum hvørt.
Flogfarið var nógv mest nýtti ferðamátin. 68 prosent av longu feriuferðunum til útlanda vóru við flogfari, meðan 23 prosent vóru við bili.
Týskland vinnur stuttu ferðirnar
Á stuttum feriuferðum til útlanda við einari til trimum gistingum var Týskland greitt fremst við 32 prosentum. Svøríki kom næst við 24 prosentum.
Tveir triðingar av øllum stuttum feriuferðum vóru tó í Danmark.
Danir gjørdu eisini 2,4 milliónir vinnuferðir við í minsta lagi einari gisting. Av teimum vóru 56 prosent til útlanda.