Ongi úrslit

Spania lýsir tjóðarliga undantaksstøðu

Væl omanfyri 100.000 hektarar eru brendir

Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Spania hevur fyri fyrstu ferð nakrantíð lýst tjóðarliga undantaksstøðu orsakað av skógareldi.

Tað hendir eftir teir ógvusligu skógareldarnir, sum herja fleiri øki í landinum.

Forsætisráðharrin, Pedro Sánchez, kunngjørdi undantaksstøðuna, meðan myndugleikarnir stríðast við eldar, sum hava noytt túsundtals fólk at rýma.

Samstundis hevur Spania, eins ov Frakland, biðið ES um hjálp gjøgnum Civil Protection Mechanism. Hjálpin fevnir um sløkkjuflogfør, tyrlur, sløkkiliðsfólk og serútgerð úr øðrum ES-londum.

Óvanliga hiti, turkur og harður vindur hava gjørt eldarnar serliga torførar at basa.

Higartil í ár eru væl omanfyri 100.000 hektarar brendir, og myndugleikarnir ávara um, at skógareldar gerast bæði størri og tíðarinnar.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

Í gjár kl. 08:52

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30