Salvador Rueda Rabanal, spanskur sendiharri í Danmark, hitti í hesum døgum bæði Johan Dahl, løgtingsformann, og Jørgen Niclasen, formann í Uttanlandsnevndini.
Á fundunum varð tosað um søguligu bondini millum Føroyar og Spania innan fiskivinnu og skipasmíð, umframt møguleikar fyri víðkaðum samstarvi.
Føroyar vilja hava nýggjan sáttmála
Á fundinum við Uttanlandsnevndina varð serligur dentur lagdur á handilsviðurskiftini millum Føroyar og ES. Jørgen Niclasen vísti á, at út- og innflutningurin millum Føroyar og Spania er vaksin, og at fríhandilssáttmálar hava stóran týdning fyri føroyska búskapin.
Hann legði eisini dent á ynskið um at fáa verandi handilssáttmála við ES skiftan út við ein fríhandilssáttmála. Sambært honum er umleið helvtin av føroyskum út- og innflutningi knýtt at ES.

Russland og trygdarstøðan umrødd
Sendiharrin spurdi eisini um sambandið við Russland. Her varð greitt frá, at Føroyar hava sett í verk somu avmarkingar mótvegis Russlandi sum ES, tó uttan tiltøk, ið raka matvørur.
Eisini varð trygdarstøðan í Evropa umrødd. Partarnir skiftu orð um týdningin av at styrkja verjustøðuna í Evropa og um virðið av einum sameindum Nato.
Salvador Rueda Rabanal hevur verið spanskur sendiharri í Danmark síðani í fjør.