Í gjárkvøldið handtók løgreglan ein mann og skuldsetti hann fyri grovan harðskap.
Seinnapartin í gjár var løgreglan farin í Steinatún at leita eftir einum manni í samband við eitt ávíst mál. Men har fór ein maður at rópa ókvæmisorð eftir løgreglufólkunum fleiri ferðir. Tað vildu løgreglufólkini ikki góðtaka, so hann fekk 1.500 krónur í bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar.
Men um tíggjutíðina í gjárkvøldið var ófriður í Steinatúni og har var sami maður uppi í. Nú hevði hann barst við ein annan og í tí sambandi hevði hann bæði sparkað hann í høvdið, ímeðan hann lá niðri, og harafturat hevði hann sligið hann so hart við eini fløsku at hon brotnaði.
Maðurin varð handtikin og settur í brummuna í nátt og nú er hann skuldsettur fyri grovan harðskap.