Einar´s Distillery spílar seg út til heystið. Heystfjøllini verða gingin og ein serstøk útgáva av Einar´s Single Malt Whisky 2026 er júst slept.
Samansetingin av serstaka sherry- og royk smakkinum hóskar sera væl til hesa árstíðina.
– Vit hava við tolni bíðað eftir hesi útgávunið, ið vit ikki hava roynt á hendan hátt fyrr, verður sagt frá Einar´s Distillery.
Úrslitið er ein Single Malt Whisky, við eini góðari javnvág av bæði royk- og sherry smakki, tó uttan at verða ov roykt siga whisky serfrøðingarnir.
Einar´s Single Malt, Small Batch, Heystútgávan 2026 fæst til keyps í dag á Rúsdrekkasølu Landsins og á flogvøllinum.