Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum var í New York í sambandi við árliga aðalfundin hjá Sameindu tjóðum. Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, luttók eisini á fundinum, upplýsir Sambandsflokkurin.
Løgtingið sendir á hvørjum ári tvey umboð til aðalfundin hjá ST. Annað umboðið luttekur í september og hitt í november. Í september var Helgi Abrahamsen umboð fyri Løgtingið.
Í fyrrakvøldið vóru Helgi Abrahamsen og Bárður á Steig Nielsen á einum tiltaki um veðurlagsfígging í New York.
Sambært Sambandsflokkinum vóru fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin Mike Pompeo og danski uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen millum luttakararnar.