Ongi úrslit

Starv við stórari ábyrgd: Naviair søkir fólk til flogtrygdina í Vágum

Naviair søkir eftir fólki til tornið á Vága Floghavn. Tað er ikki neyðugt at hava útbúgving frammanundan – Naviair stendur fyri útbúgvingini.

© Kortal.
Í torninum í Vágum verður flogferðslan fylgd – og nú leitar Naviair eftir nýggjum fólki til uppgávuna.
Edmund Jacobsen
58 minuttir síðan

Naviair leitar nú eftir nýggjum starvsfólki til AFIS-tænastuna á Vága Floghavn. Tað er ikki krav, at umsøkjarin longu er útbúgvin AFIS-operatørur. Naviair bjóðar nevniliga útbúgvingina, sum byrjar í januar 2027. 

Undir útbúgvingini er lønin umleið 26.700 krónur um mánaðin. Eftir lokna útbúgving er byrjunarlønin umleið 41.800 krónur um mánaðin, umframt 18 prosent í eftirløn. Starvssetanin er sambært donskum sáttmálum og avtalum. 

Fýra mánaðir í Malmø

Ástøðiligi parturin av útbúgvingini verður á EPN í Malmø frá umleið 10. januar til 20. apríl 2027. Síðan verða umleið seks mánaðir av starvsvenjing í Vágum.

Arbeiðið fevnir millum annað um loftferðslukunning, alarmering og veðureygleiðing. Harumframt eru uppgávur í sambandi við altjóða flúgving, leiting og bjarging, og fráboðanartænastu. 

Einsamallur í torninum

Í lágárstíð er tornið í Vágum einmannað, og tí skal starvsfólkið trívast við at arbeiða einsamalt. Í háárstíð, tá ferðslan er størst, verður miðað eftir at hava tvey fólk á vakt í senn.

Arbeiðsvikan er í miðal 37 tímar, og arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum eisini umfata tilkallivaktir. Starvssetanin er treytað av, at umsøkjarin kann trygdargóðkennast til „Loyniligt“ (NATO SECRET) og lýkur ásettu heilsutreytirnar. 

Umsóknarfreistin er 25. oktober 2026, og ætlanin er, at starvið verður sett 11. januar 2027. 

Sí starvslýsing.

Mest lisið hesa vikuna

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

Í gjár kl. 09:48

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

22 tímar síðan

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07