Føroyar høvdu 30.377 starvsfólk í mai. Tað eru 448 fleiri enn í sama mánaði í fjør, og tað svarar til ein vøkstur á 1,5 prosent.
Tølini frá Hagstovu Føroya vísa, at starvsfólkatalið framvegis veksur. Men ferðin er ikki tann sama sum áður. Trendurin vísir, at vøksturin er viknaður seinastu árini, tá ið reinsað verður fyri árstíðarfrávikum og tilvildarligum broytingum.
Fleiri menn enn kvinnur komu afturat
Vøksturin var størri hjá monnum enn hjá kvinnum. Í mai vóru umleið 15.450 menn og 14.900 kvinnur í starvsfólkaskaranum.
Samanborið við mai í fjør vóru 290 fleiri menn í starvi. Tað er ein vøkstur á 1,9 prosent. Hjá kvinnum var vøksturin 160 fólk, ella 1,1 prosent.
Tórshavn eigur stóran part av vøkstrinum
Tórshavnar kommuna stóð fyri umleið 45 prosentum av samlaða starvsfólkavøkstrinum. Har vóru 199 fleiri starvsfólk enn í mai í fjør.
Eisini Klaksvíkar kommuna, Eysturkommuna og Runavíkar kommuna høvdu týðandi vøkstur. Í Klaksvík komu 55 starvsfólk afturat, í Eysturkommunu 51 og í Runavík 39.
Lutfalsliga var størsti vøksturin í Hovs kommunu, har talið vaks 25,6 prosent. Hinvegin minkaði starvsfólkatalið í níggju av teimum 29 kommununum. Størsta afturgongdin var í Kvívíkar kommunu, har talið minkaði við 14 fólkum.
Býtt á øki vaks starvsfólkatalið í seks av sjey økjum. Eysturoy hevði størsta lutfalsliga vøksturin, 2,4 prosent. Norðstreymoy stóð í stað.