Ongi úrslit

StÍF fær landsliðsstyrk

Landsliðsleikarin í hondbólti, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, sum er uppvaksin í VÍF, skal spæla við StÍF restina av kappingarárinum

Sigurjón Einarsson
1. februar 2021 kl. 13:10

Tað hevur ligið væl fyri hjá kvinnunum hjá StÍF hetta kappingarárið. Nú fær felagið føroyskan styrk úr Danmark til seinasta partin av kappingarárinum.

Talan er um 19-ára gomlu Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, sum skiftir frá danska felagnum Herning Ikast Håndbold til StÍF, tað váttar venjarin hjá StÍF, Jón Rasmussen, fyri jn.fo.

Lív fekk fyri tveimum árum síðani sínar fyrstu minuttirnar í bestu donsku hondbóltdeildini fyri Herning-Ikast, og hevur eisini verið við til at vunnið danska meistaraheitið bæði hjá U17 og U19 í felagnum.

Hon flutti niður til Danmarkar í 2018, tá hon valdi at menna síni hondbóltsevnir við at fara á hondbóltskúla.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

Fýra bilførarar í óhappi í gjár - minst ein kann vænta at missa koyrkortið

Í gjár kl. 09:17

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03