Ongi úrslit

STÍF sett hjálparvenjara

StÍF hevur sett Levi Tróndarson Nybo sum hjálparvenjara hjá besta mansliðnum hjá felagnum fyri hetta kappingarárið

Sigurjón Einarsson
23. oktober 2020 kl. 13:30

Levi skal hjálpa til við venjingum og dystum hjá besta liðnum í tøttum samráði og samstarvi við høvuðsvenjaran, Borce Markovski. Hann skal stuðla og ráðgeva høvuðsvenjaran og eisini leikarnar í felagnum. Sáttmálin er galdandi fyri hetta kappingarárið, eins og hjá Borce Markovski.

- StÍF fegnast um, at felagið hevur fingið ein so væl skikkaðan venjara at hjálpa og menna mansliðið í tøttum samstarvi við høvuðsvenjaran og leikararnar, skrivar felagið á heimasíðuni.

Levi hevur drúgvur hondbóltsroyndir, bæði sum leikari í bestu deildini og sum málsmansvenjari.

Levi hevur seinastu átta árini verið partur av besta mansliðnum hjá StÍF sum leikari og málmansvenjari.

Hann spældi í fleiri ár ár við besta liðnum hjá H71, har hann var við til at vinna FM í 2009. Fleiri ferðir bleiv hann kosin til ársins málmann.

StÍF liggur í løtuni á sætta plássi við fýra stigum fyri sjey dystir. 

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

13 tímar síðan

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

23 tímar síðan

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

8 tímar síðan