Ongi úrslit

Stjóraskifti í Norðurlandahúsinum: Peter Tulinius Krarup byrjaður í starvinum

Peter Tulinius Krarup hevði í dag fyrsta arbeiðsdagin sum stjóri í Norðurlandahúsinum. Hann tekur við eftir Gunn Hernes, sum hevur sitið í átta ár.

© Norðurlandahúsið.
Dansk-norski Peter Tulinius Krarup er nú formliga byrjaður sum stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Hann tekur við eftir norsku Gunn Hernes, sum hevur verið stjóri í átta ár.
Edmund Jacobsen
1. sepember kl. 19:00

Dansk-norski Peter Tulinius Krarup er nú formliga byrjaður sum stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Hann flutti til Føroya úr Norður-Noregi og hevði í dag sín fyrsta arbeiðsdag í nýggja starvinum. Hann er tíggjundi stjórin í søgu hússins.

Hann tekur við eftir norsku Gunn Hernes, sum hevur verið stjóri í átta ár.

Drúgvar altjóða royndir

Peter Tulinius Krarup er føddur í Haslev í 1970 og hevur lisið og arbeitt í Danmark, Noregi, Onglandi og Týsklandi. Síðan 2019 hevur hann verið stjóri í Harstad Kulturhus, har hann hevur havt ábyrgd av trimum mentanarstovnum og einari skipan við meira enn 40 starvsfólkum.

Hann hevur akademiskan bakgrund innan evropeiskan mentanarpolitikk, fyrisiting og tónleikavísindi og hevur harumframt drúgvar royndir frá orkestrum, festivalum og mentanarstovnum.

Vil styrkja norðurlendska sambandið

Tá Krarup varð settur fyrr í ár, segði hann, at Norðurlandahúsið hevur ein týðandi leiklut sum brúgv millum Føroyar og hini Norðurlondini og sum pallur fyri samrøðu, samanhald og listarliga dygd.

Norðurlandahúsið lat upp í 1983 og hevur meira enn 300 mentanartiltøk um árið og umleið 120.000 vitjanir árliga.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

16 tímar síðan

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06