Í morgin leygardagin skipar Havnar Bjargingarfelag fyri stórari bjargingarvenjing í Havn og úti í Nólsoyarfirði.
Venjingin byrjar klokkan níggju um morgunin og heldur fram til klokkan fýra seinnapartin.
Fleiri av føroysku bjargingarfeløgunum og myndugleikarnir innan føroyska tilbúgving luttaka í venjingini og eini 80 fólk eru við.
Tað verður tí nakað av ferðslu á og við Vestaru Bryggju – bæði á sjógvi og landi – og helst verða onkur blá ljós at síggja og onkur sirena hoyrist kanska eisini. Úti í Nólsoyarfirði verður eisini nakað av sigling við bjargingarbátum, eins og Brimil, Knud Rasmussen og tyrlan hjá Atlantsflogi eru við.
Hetta er alt partur av venjingini og fer vónandi ikki at loypa hvøkk á fólk.