Ongi úrslit

Stór byggiætlan á Viðareiði: 11.700 fermetrar verða lagdir út til bústaðir

Viðareiðis kommuna ætlar at leggja 11.700 fermetrar av landbúnaðarjørð omanfyri Uppi við Garð út sum nýtt sethúsaøki.

© Viðareiðis kommuna.
Bygdarráðið á Viðareiði hevur samtykt eitt uppskot um at broyta byggisamtyktina og leggja eitt nýtt sethúsaøki omanfyri býlingin Uppi við Garð.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Bygdarráðið á Viðareiði hevur samtykt eitt uppskot um at broyta byggisamtyktina og leggja eitt nýtt sethúsaøki omanfyri býlingin Uppi við Garð.

Talan er um umleið 11.700 fermetrar, sum í dag eru lagdir út sum landbúnaðarøki. Sambært uppskotinum skal lendið leggjast afturat nýggja sethúsaøkinum A1.2.

Broytingin fevnir um matrikulnummur 157, 158, 177, 182, 183 og 184. Bygdarráðið samtykti uppskotið á fundi 14. apríl 2026.

Á økinum verður loyvt at byggja sethús við upp í tveimum íbúðum. Eftir serloyvi frá byggivaldinum kann eisini verða loyvt at byggja tvíhús, raðhús og ketuhús.

Grundstykkini skulu sum meginregla vera í minsta lagi 500 fermetrar. Verður bygt eftir einari byggiskipan, sum kommunustýrið hevur góðkent, kunnu grundstykkini tó vera minni. Minstamarkið er tá 400 fermetrar fyri einhúskishús og 300 fermetrar fyri hvønn partin av tvíhúsum, raðhúsum og ketuhúsum.

Hús kunnu byggjast í trimum hæddum

Sambært uppskotinum kunnu hús byggjast í trimum hæddum við nýttum lofti. Tey kunnu vera í mesta lagi 7,5 metrar høg til yvirgrindina og 10 metrar til mønuna.

Tað verður eisini møguligt at innrætta høli til handlar, stovnar og annað vinnuvirksemi. Treytin er, at virksemið ikki er til ampa ella lýtir dámin á økinum sum sethúsabýlingur.

Møgulig mótmæli og broytingaruppskot skulu vera Viðareiðis kommunu í hendi í seinasta lagi 27. juli 2026. 

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

Í gjár kl. 19:00