Vatnorkuverkið við Stórá í Bø hevur nú fingið formligu umhvørvisgóðkenningina frá Umhvørvisstovuni. Tað er hent, hóast verkið longu er sett upp og tikið í nýtslu.
Góðkenningin er latin sambært elveitingarlógini og fevnir um vatninntak, rørleiðing og sjálvt vatnorkuverkið, sum skal framleiða el úr Stórá oman gjøgnum bygdina.
Í avgerðini staðfestir Umhvørvisstovan, at málið snýr seg um góðkenning av einum verandi verki. Tað merkir, at vatnorkuverkið varð bygt og tikið í nýtslu, áðrenn umhvørvisárinsmetingin varð endaliga góðkend.
Verkið byggir á vatntøku úr Stórá. Sambært góðkendu ætlanini verður vatntøkan regulerað í seks stigum við 13 litrum um sekundið í hvørjum stigi. Eingin vatntøka er loyvd, um rennslið í ánni er minni enn 40 litrar um sekundið.
Mest loyvda vatntøkan er 77 litrar um sekundið. Hon kann bert fara fram, tá rennslið í ánni er 117 litrar um sekundið ella meira.
400.000 kWt og 250 tons minni CO₂
Vatnið verður ført gjøgnum eina umleið 760 metrar langa rørleiðing oman til verkið, sum verður bundið í elnetið hjá SEV.
Sambært metingini kann verkið framleiða umleið 400.000 kWt um árið. Tað skal minka CO₂-útlátið við umleið 250 tonsum árliga og spara Føroyum innflutning av umleið 80 tonsum av tungolju.
Í umhvørvisárinsmetingini verður dentur lagdur á, at Stórá hevur stórt fagurfrøðiligt virði, og at hetta er eitt høvuðsatlit í verkætlanini. Samstundis verður víst á, at skipanin er sjálvvirkandi og stýrir vatntøkuni eftir vatnstøðuni í ánni, so ov nógv vatn ikki verður tikið.
Greiðar treytir fyri vatntøku og niðurtøku
Góðkenningin er treytað. Umhvørvisstovan setur sum greiða treyt, at vatntøkan skal steðga, tá vatnið, sum rennur fram við inntakinum, fer niður um 40 litrar um sekundið.
Harumframt skal alt tilfar og øll útgerð beinast burtur, og økið skal fáast aftur í upprunaligt líki innan seks mánaðir, um virksemið verður niðurlagt.
Umhvørvisárinsmetingin varð løgd fram til almenna hoyring frá 16. mars til 27. apríl. Umhvørvisstovan fekk ongar viðmerkingar. Uppskotið til góðkenning varð síðani sent umsøkjara og Sørvágs kommunu, men heldur ikki tá komu viðmerkingar inn.
Í metingini verður eisini staðfest, at einki vátlendi verður ávirkað av rørleiðingini, og at eingin búfuglur er skrásettur í nærøkinum við vatninntakið.
Smá áarsíl eru sædd omanfyri fossarnar. Sambært metingini eru fossarnir niðanfyri inntakið tó so høgir, at síl ikki sleppa niðan ta leiðina. Ein rist skal tí setast fyri rørið, so síl ikki fara inn í skipanina.