Ongi úrslit

Stórar ambitiónir men eisini óvissa

Betri karmar fyri svínaframleiðslu

© Søren Bidstrup, Ritzau Scanpix
Jóhanna Højgaard
2. juni kl. 11:30

Danir og útisetar kunnu vænta sær eina røð av markantum politiskum útspælum, sum fevna frá ókeypis tannlæknahjálp og ókeypis almennari ferðslu fyri ung, til betri kor hjá svínum, og eina møguliga afturførslu av Dýra Biðidegi, sum bleiv strikaður sum heilidagur í Danmark í 2024.

Tað framgongur av fyrstu boðunum frá Marienborg, har ein røð av politiskum sigrum fyri serliga reyða vongin verða løgd fram leypandi. Men útspælið er samstundis merkt av fyrivarni, og fíggingin er enn ógreið.

Pelle Dragsted, Enhedslisten, var millum teir fyrstu, sum løgdu fram úrslitini. Her var millum annað nevnt, at tannlæknahjálp í framtíðini skal verða ókeypis, tó fyrst við eini stigvísari innleiðing yvir upp til 10 ár.

Samtíðis verður lagt upp til, at ung skulu kunna ferðast ókeypis við almennari samferðslu, eins og signal eru um betri karmar fyri svínaframleiðsluni.

Eisini spurningurin um Dýra Biðudag, ein afturføring verður sambært upplýsingum, í fyrsta lagi verður væntað um fýra ár, umframt undir treytum um økta arbeiðssetan.

Uppmælini verða tó møtt við iving í politiska umhvørvinum. Man letur nú eina røð av politiskum "sigrum" leka út ein fyri og annan eftir.

Men um tað bæði skal vera ókeypis almenn ferðsla, ókeypis tannlæknahjálp, ein afturføring av Dýra Biðidagi og líknandi, so bendir alt á, at stórar búskaparligar reformar mugu setast í verk, ljóðar metingin frá Anders Langballe, politiskur viðmerkjari hjá Tv2.

Sambært honum kann samlaði pakkin enda við, at gerast ein trupul javnvág fyri stjórnarflokkarnar.

Um hetta skal fíggjast, verður tað ein tung uppgáva fyri bæði Socialdemokratiet, SF, Enhedslisten og Alternativet. Tað er kjarnuavbjóðingin við hesi stjórn:

-at bæði Løkke og vinstravongurin skulu kunna rúmast í henni. Samanumtikið málast ein mynd av politiskum útspælum, sum rúma stórum ambitiónum, men eisini stórari óvissu um bæði tíðarætlan og búskap, sigur Langballe.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57