Ongi úrslit

Stórt skriðulop í Nepal

Í minsta lagi 150 fólk hava latið lív, og 403 fólk eru saknaði eftir herviligar vatnflóðir.

Jóhanna Højgaard
6 tímar síðan

Vanlukkan hevur serliga rakt Rasuwa-økið í Nepal, har ógvusligar vatnflóðir, leirur og grót hava tikið við sær bygdir, brýr og vegir.

Sambært nýggjastu upplýsingunum frá Reuters er deyðstalið komið upp í minst 95, meðan myndugleikarnir framvegis leita eftir 403 fólkum, sum eru saknað. Millum tey saknaðu eru bæði útlendsk ferðafólk og onnur útlendsk fólk.

Fólk úr millum øðrum India, Bretlandi, USA, Malaysia, Suðurkorea, Avstralia, Suðurafrika og Niðurlondum eru millum tey saknaðu.

Fyribils upplýsingar benda á, at ein jarðskjálvti, sum máldi umleið 4,4, kann hava elvt til eitt stórt jarðskrið, sum rakti ánna Lhende Khola.

Hetta elvdi til eina ógvusliga aldu av vatni, leiri og gróti, sum fór við miklari ferð oman gjøgnum dalin.

Oyðileggingarna eru umfatandi. Vegir, brýr og onnur undirstøðukervi eru oyðiløgd, og fleiri øki eru torfør ella ómøgulig at koma fram til, orsakað av oyðilagda ferðasambandinum.

Myndugleikarnir óttast samstundis, at nýggjar vatnflóðir kunnu raka økið. Ein stífla longri uppi í áarskipanini kann framvegis halda stórum vatnmongdum aftur.

Herurin og bjargingartænasturnar í Nepal eru settar inn í økinum, millum annað við tyrlum. Bjargingararbeiðið er tó nógv tarnað av høgum vatnstøðum, leiri, burturkasti og oyðiløgdum vegum og brúm.

Á kinesisku síðuni av markinum er støðan eisini álvarslig. Í Gyirong County í Tibet eru trý fólk staðfest deyð, meðan 265 fólk framvegis eru saknað.

Bjargingarlið arbeiða nú báðumegin markið fyri at finna fólk á lívi og fáa atgongd til tey økini, sum eru harðast rakt.

Myndugleikarnir leggja dent á, at bæði talið á deyðum og saknaðum kann broytast, so hvørt bjargingarlið fáa atgongd til fleiri øki.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

24. august kl. 08:20

Løgreglan tók sjey prutl í einum

23. august kl. 09:22

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

12 tímar síðan

Aron er á veg til Skotlands

24. august kl. 19:01