Ongi úrslit

Stórur áhugi eftir at Dolly Parton er deyð

Ferðslan gjørdist ov stór

Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

At Dolly Parton andaðist í dag, hevur elvt til stóran áhuga millum fjepparar kring heimin.

Heimasíðan hjá Dollywood, dollywood.com, stóru undirhaldsparkini í Tennessee, sum Dolly var við til at gera til veruleika, var eina løtu heilt stongd niður, eftir at óvanliga nógv fólk royndu at vitja hana.

Sambært New York Post gjørdist ferðslan á heimasíðuni so stór, at hon ikki megnaði trýstið. Fjepparar leitaðu sær á síðuna fyri at fáa upplýsingar um parking, og fyri at minnast Dolly Parton.

Dollywood letur tó ikki aftur. Parkin hevur boðað frá, at hon heldur opið mikudagin, hóast Dolly Parton nú er farin foldum frá.

Í Dollywood eru bæði rutsjibanar, konsertir og eitt savn, har gestir kunnu fáa innlit í lívið og yrkisleiðina hjá Dolly Parton.

Hon var, sum áður nevnt, við til at stovna parkina og hevði eitt serligt samband við staðið.

Leiðslan í Dollywood hevur lagt dent á, at parkin skal halda fram í sama anda, sum Dolly Parton sjálv stóð fyri, nevniliga við gleði, vón og felagsskapi.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

Í gjár kl. 08:20

Løgreglan tók sjey prutl í einum

23. august kl. 09:22

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18

Vandi fyri at fólk – serliga kvinnur – verða avmyndaðar uttan at vita av tí

19. august kl. 08:31

Danskur Alzheimer-sjúklingur fingið positiv boð

20. august kl. 21:01