Áhugin at seta búgv í Sunda kommunu er stórur. Tað sæst serliga á søluni av grundstykkjum, fólkatalinum og skattainntøkunum.
Í 2025 seldi kommunan bert tvey grundstykki. Í desember sama ár samtykti býráðið at lækka prísin á grundstykkjum, og síðani er sølan vaksin munandi. Higartil í 2026 hevur kommunan selt 25 grundstykki.
Fólkatalið vaksið við 57 fólkum
Fólkatalið er eisini farið upp aftur. Hin 1. oktober 2025 búðu 1.774 fólk í Sunda kommunu. Sambært kommunalu umsitingini vóru tey 1.831 tann 1. september í ár.
Tað er ein vøkstur upp á 57 fólk eftir 11 mánaðum. Fólkatalið er nú tað hægsta síðani metið í august 2023, tá 1.851 fólk búðu í kommununi.
Samstundis verður meira bygt. Fimm raðhús vórðu reist í Streymnesi í farnu viku, og fleiri raðhúsaverkætlanir eru á veg.
Skattainntøkurnar kunnu fara fimm milliónir upp um metingina
Í fíggjarætlanini fyri 2026 varð roknað við 88 milliónum krónum í persónsskatti. Eftir átta mánaðir vóru góðar 62 milliónir krónur komnar inn.
Heldur gongdin fram, kann inntøkan av persónsskatti enda á umleið 93 milliónum krónum í ár. Tað eru góðar fimm milliónir krónur meira enn mett.
Vøksturin hevur eisini avbjóðingar við sær. Kommunan sigur, at tørvurin á at útvega fleiri grundstykki nú er átrokandi.