Sum vit skrivaðu í gjár hevur onkur brotið inn í Á handilin á Landavegnum og har er ein størri peningaupphædd stolin.
Í gjár sóknaðist løgreglan eftir vitnum og tað vóru eisini fleiri fólk, sum gjørdu vart við seg. Løgreglan sigur, at tey viðurskiftini, fólk hava ringt um, eru kannað og tað er alt ein partur av kanningararbeiðnum.
Men enn er málið ikki uppklárað, so løgreglan heldur fram við kanningunum. Og eru tað fólk, sum hava sæð ella hoyrt okkurt, ella sum annars halda seg vita okkurt - kanska vita um onkran, sum brúkar óvanliga nógvar pengar, eru tey framvegis vælkomin at siga frá.
Tað var mánamorgunin at tey ringdu tey úr Á handilinum á Landavegnum at melda, at har hevði verið innbrot um náttina.
Innbrotið er hent ímillum klokkan 23.21 sunnukvøldið og mánamorgunin klokkan fimm. Innbrotstjóvarnir hava brotið ein rút og eru sloppin inn tann vegin. Inni í handlinum hava tey brotið eitt peningaskáp upp haðani hava tey stolið eina munandi peningaupphædd, sum løgreglan málber seg.