Ongi úrslit

Stríð um MTB-breyt: Flyting kann hótta Oyggjaleikirnar

SST sigur, at ein flyting av MTB-breytini kann hótta bæði fígging, tíðarætlan og fyrireikingarnar til Oyggjaleikirnar.

© Nathanaël Desmeules / Unsplash
Edmund Jacobsen
7 tímar síðan

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon, SST, vísir aftur tilmælinum frá Yvirfriðingarnevndini um at kanna, um ætlaða MTB-breytin (mountain bike ella  mountain biking) í Flatnahaga kann flytast frá økinum við Fjallið og Vesturvarð til økið við ella millum vindmyllurnar.

Yvirfriðingarnevndin sendi 16. juni 2026 SST eina heitan um at kanna eina aðra staðseting. Nevndin metir, at verkætlanin vegna vav og slag kann broyta sermerkið í landslagnum munandi. Hon heldur tí, at ávirkanin kann verða minni, um breytin verður løgd nærri vindmyllunum.

SST: Grundarlagið er ov veikt

SST svarar, at grundarlagið undir tilmælinum ikki er nøktandi upplýst. Sambandið vísir á, at staðsetingin ikki er vald av tilvild, men er úrslit av longri fyrireikingararbeiði. Sambært SST hevur Tórshavnar kommuna í fleiri umførum peikað á økið sum hóskandi til eina MTB-breyt.

SST avvísir eisini, at høvuðsgrundgevingin er, at breytin liggur nærri býnum. Sambært sambandinum eru høvuðsgrundgevingarnar ítróttarligar og tekniskar. Dentur er lagdur á trygd, rakstur, linjuføring, hæddarmetrar, atkomu og møguleikar fyri altjóða kappingum.

Flyting kann seinka allari ætlanini

SST sigur, at ein flyting til vindmylluøkið í roynd og veru merkir, at verkætlanin má byrja av nýggjum. Tá skulu nýggj staðseting, nýggj linjuføring, nýggj teknisk meting, nýggj kostnaðarmeting og møguliga eisini nýggj loyvisviðgerð gerast.

Sambandið heldur tí, at tað hvørki er fíggjarliga ella tíðarætlanarliga realistiskt at flyta breytina, um hon skal verða liðug og roynd undan Oyggjaleikunum.

SST biður nú Yvirfriðingarnevndina taka greiða støðu til málið á einum sakligum, upplýstum og samanberandi grundarlagi.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

10 tímar síðan

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47