Klaksvíkar kommuna hevur skrivað út eina stuttsøgukapping í sambandi við Torradagarnar, sum verða hildnir 15.–20. februar 2027. Luttakararnir skulu skriva eina stuttsøgu við heitinum „Flemish Kap“.
Fyrsta virðisløn er 10.000 krónur, og onnur virðisløn er 5.000 krónur.
Kappingin er opin fyri øllum. Tað er ikki neyðugt at hava verið á Flemish Kap fyri at vera við.
Stuttsøgan skal vera millum 1.200 og 1.500 orð, skrivað á føroyskum og má ikki hava verið útgivin áður. Annars hava luttakararnir fríar hendur.
Dómsnevndin avger, um virðislønir verða latnar.
Freistin er 15. januar
Handritið skal sendast sum Word-skjal til torradagar@klaksvik.fo í seinasta lagi 15. januar 2027 klokkan 18.
Navn og bústaður hjá høvundinum skulu upplýsast, men dómsnevndin fær søgurnar uttan nøvn.
Í dómsnevndini sita Dorit Hansen, Eilen Anthoniussen og Annika Egholm.
Vinnararnir verða avdúkaðir á Torradøgunum leygardagin 20. februar.