Føroyska arbeiðsvikan kann verða stytt við einum tíma frá 1. oktober næsta ár. Tilboðið frá Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni, er tó treytað av tveimum týðandi krøvum.
Fakfeløgini skulu góðtaka, at næsti sáttmálin, sum skal galda í tvey ár, verður gjørdur í krónum og ikki í prosentum. Harumframt skulu tey gera eina semju um neyðtilbúgving undir verkfalli.
Tað upplýsa vælvitandi keldur.
Ein tími aftur fyri tvær treytir
Verður tilboðið góðtikið, verður føroyska arbeiðsvikan stytt úr 40 niður í 39 tímar. Tað er framvegis tveir tímar meira enn vanliga arbeiðsvikan í Danmark og hinum Norðurlondum, har hon vanliga er 37 tímar.
At áseta lønarhækkingar í krónum heldur enn í prosentum kann ávirka lønarbólkarnar ymiskt. Ein prosentvís lønarhækking gevur teimum hægst løntu størstu hækkingina í krónum. Ein lønarhækking í krónum kann hinvegin býta hækkingina javnari millum lønarbólkarnar.
Tilboðið er enn ikki ein semja.
Málið um 37 tímar varð ikki framt í verki
Undanfarna landsstýrið setti sær í samgonguskjalinum frá 2022 fyri at stytta arbeiðsvikuna stigvíst úr 40 niður í 37 tímar við lóg.
Ætlanin møtti bæði politiskari og búskaparligari mótstøðu og varð ongantíð samtykt. Nú kann fyrsta stigið kortini verða tikið, um fakfeløgini góðtaka treytirnar.