Ongi úrslit

Súkklubreyt við Vesturvarða: Tvær milliónir játtaðar – men loyvið manglar

Tórshavnar kommuna vil hava eina tríggjar kilometrar langa fjallasúkklubreyt við Vesturvarða. Yvirfriðingarnevndin hevur tó enn ikki tikið endaliga avgerð.

© Tórshavnar kommuna.
Tórshavnar kommuna hevur játtað 2 mió. kr. til eina tríggjar kilometrar langa fjallasúkklubreyt við Vesturvarða. Men hóast býráðið hevur samtykt ætlanina, er endalig avgerð um breytina ikki tikin.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Tórshavnar kommuna hevur játtað 2 mió. kr. til eina tríggjar kilometrar langa fjallasúkklubreyt við Vesturvarða. Men hóast býráðið hevur samtykt ætlanina, er endalig avgerð um breytina ikki tikin.

Málið er til viðgerðar í Yvirfriðingarnevndini, sum í juni mælti til, at breytin í staðin verður flutt niðan til vindmyllurnar. Nevndin metti, at lendið har frammanundan er nógv ávirkað av vindmyllunum, og at ein súkklubreyt tí hevði havt minni ávirkan á økið.

Í minsta lagi 30 metrar frá rossagøtuni

Sambært ætlanini skal súkklubreytin vera í minsta lagi 30 metrar frá rossagøtuni og í flestu støðum væl longri burtur. Har súkklubreytin verður knýtt í verandi rossagøtu, skulu greiðar mannagongdir og skelti tryggja, at súkklarar, reiðfólk og onnur kunnu ferðast trygt í økinum.

Økið við rossagøtuna kring Vesturvarða er umleið 750.000 fermetrar. Kommunan heldur, at undir skipaðum viðurskiftum er pláss fyri reiðfólki, skótum, gongu- og rennifólki og súkklarum.

Kommunan heldur fast við ætlanina

Náttúrufriðingarnevndin viðmælti í mai ætlanina við ávísum treytum. Tórshavnar kommuna heldur, at súkklu- og gongugøtur neyvan fara at lýta náttúruøkið, millum annað tí ætlanin er í størst møguligan mun at nýta tilfar, sum longu er á staðnum. Kommunan mælir tí til, at loyvi verður givið til tillagaðu ætlanina.

Tað tillagaða uppskotið varð samtykt á býráðsfundi 26. februar 2026.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

10 tímar síðan

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39