Sunda kommuna hevur í summar bøtt um ljóðviðurskiftini á øllum trimum dagstovnunum í kommununi. Tey rúmini, sum vóru mest útsett fyri larmi, vórðu raðfest fyrst, og arbeiðið varð gjørt í summarfrítíðini.
Mest útsettu rúmini fyrst
Býráðið samtykti í sambandi við fíggjarætlanina fyri 2026 at fara undir arbeiðið. Umsitingin hevur í samráð við stovnsleiðararnar mett um, hvørji rúm høvdu størstan tørv á ábótum. Sp/f Bogi Hermansen stóð fyri arbeiðinum.
Endamálið er at betra arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum, økja trivnaðin og skapa betri umstøður fyri børnini á dagstovnunum.
Fleiri ábøtur skulu gerast
Sunda kommuna ætlar framhaldandi at raðfesta og so líðandi betra ljóðviðurskiftini á teimum trimum dagstovnunum.