Sunda kommuna biður nú um uppskot til, hvør skal fáa ársins herðaklapp 2026. Heiðurin verður latin einum persóni ella felagsskapi, sum hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiði til gagns fyri borgararnar í kommununi.
Uppskotini skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi hósdagin 27. august klokkan 12. Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví persónurin ella felagsskapurin eigur at fáa herðaklappið, hvat viðkomandi hevur gjørt, og hvussu arbeiðið hevur verið borgarunum til gagns.
Uppskotsstillarar kunnu vera ónevndir
Øll kunnu senda inn uppskot, og uppskotsstillarar kunnu vera ónevndir. Trivnaðarnevndin tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnu uppskotini ella ikki at velja nakað teirra.
Ársins herðaklapp verður handað, tá mentanardagarnir í Sunda kommunu verða settir. Mentanardagarnir verða hildnir frá 11. til 20. september 2026.
Fleiri einstaklingar og felagsskapir hava fingið heiðurin
Í fjør fekk Gudrun Joensen herðaklappið. Millum onnur, sum áður hava fingið heiðurin, eru Niels Petersen, Magnus á Stongum, Stakkurin, Sofus Debes Johannesen og Edmund Joensen. Eisini Leguhúsið í Nesvík, Hósvíkar Róðrarfelag og Kingobólkurin í Tjørnuvík hava fingið herðaklappið.
Uppskot skulu sendast til sunda@sunda.fo.