Ongi úrslit

Suni Merkistein heiðraður fyri mentanaravrik

Sendingarnar hjá Suna Merkistein hava varpað ljós á søguligar, mentanarligar og listaligar varðar í føroyska samfelagnum og eru við til at varðveita mál, mentan, siðaarv og føroyskan samleika

Jonhard Hammer
51 minuttir síðan

Virðislønina fyri annað mentanaravrik fekk Suni Merkistein fyri sínar mongu mentanarsendingar og frásagnir í Kringvarpi Føroya.

Í grundgevingini verður arbeiðið hjá honum lýst sum týðandi og virðismikil dokumentarisma við stórum samfelagsligum virði.

Sendingarnar hjá Suna Merkistein hava varpað ljós á søguligar, mentanarligar og listaligar varðar í føroyska samfelagnum og eru við til at varðveita mál, mentan, siðaarv og føroyskan samleika.

Eisini málið og frásagnarkynstrið verða drigin fram.

– Við síni eyðkendu rødd, stóra orðfeingi og dárandi kynstri at siga søgur hevur Suni Merkistein í áratíggju rúnabundið og ríkað føroyingar, stendur í grundgevingini.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

12 tímar síðan