Føroyar hava fyri fyrstu ferð fingið sæti í formansskapinum í Norðurlandaráðnum. Sunnvá Dahl Høgfeldt varð í farnu viku vald til varaforseta. Hon gjørdi beinanvegin greitt, at javnbjóðis luttøka hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi verður eitt av hennara fremstu málum.
Í røðuni sum nývald legði hon dent á, at smá samfeløg hava nógv at geva norðurlendska samstarvinum.
Søguligt val fyri Føroyar
Sunnvá Dahl Høgfeldt takkaði fyri álitið og vísti á søguliga týdningin av valinum.
– Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar eru umboðaðar í formansskapinum í Norðurlandaráðnum, og fyrstu ferð, at vit hava ein varaforseta. Eg fari at átaka mær uppgávuna við eyðmýkt og virðing, segði hon.
Hon undirstrikaði samstundis, at Føroyar ongantíð hava latið støddina avmarka sínar ætlanir.
Vil hava javnbjóðis luttøku
Ein høvuðsuppgáva verður at arbeiða fyri broytingum í Helsingforssáttmálanum, sum er grundarlagið undir norðurlendska samstarvinum.
Norðurlandaráðið samtykti fyri tveimum árum síðani, at sáttmálin skal dagførast.
– Boðskapurin var greiður. Áland, Grønland og Føroyar skulu hava møguleika at luttaka í norðurlendska samstarvinum á jøvnum føti við hini londini. Fyri okkum snýr hetta seg um at gera norðurlendska samstarvið sterkari, segði hon.
Sambært Sunnvá Dahl Høgfeldt verður hetta arbeiðið raðfest, til málið er rokkið.
Føroyska veðrið sum fyrimynd
Í røðuni samanbar hon føroyska veðurlagið við ótryggu støðuna í heiminum.
Tá ódn nærkast Føroyum, fyrireika fólk seg, áðrenn skaðin hendir. Sama hugsanarhátt eiga Norðurlond at hava, tá ið talan er um trygd og tilbúgving.
– Vit bíða ikki, til takpláturnar eru losnaðar, ella trampolinin er endað í grannagarðinum. Vit fyrireika okkum og hjálpa grannum okkara, segði hon.
Norðurlond mugu standa saman
Sunnvá Dahl Høgfeldt vísti á, at heimurin er vorðin meira ófyrisigiligur.
Tí mugu Norðurlond styrkja felags tilbúgvingina og evnini at standa ímóti kreppum.
– Vit skulu styrkja okkara felags tilbúgving og okkara evni at standa ímóti kreppum. Og vit skulu minnast til, at okkara størsta styrki liggur í felagsskapinum, segði hon.
At enda lovaði nývaldi varaforsetin at taka bæði eldhuga, samstarvsvilja og føroyskt treiskni við sær í arbeiðið.
Hon endaði røðuna við einum væl kendum orðataki:
– Tað finst ikki ringt veður, bara ring klæði. Latið okkum tí syrgja fyri, at Norðurlond eru væl ílatin til framtíðina.