Ongi úrslit

Super League dettur sundur: Manchester United verður ikki við

Søgan um nýggju fótbóltskappingina, sum skuldi vera tað nýggja stóra í heimsins størstu ítróttagrein, hongur ikki longur saman. Fyrr í dag hava bæði Manchester City, Chelsea, Atheltico og Bayern München tikið seg aftur, nú ger Manchester United tað sama

Sveinur Tróndarson
Í gjár kl. 00:58

Tað skuldi vera tað heilt stóra nýggja, men eftir nøkrum fáum tímum er alt dottið á gólvið.

Tað var í gjár at tað kom alment fram, at 12 stór evropeisk feløg høvdu gjørt av at skipa eina nýggja kapping, sum skuldi geva feløgunum nógvan pening.

Men beinanvegin byrjaði mótstøðan at koma undan kavi. Eitt nú legði UEFA-forsetin út við at hótta bæði feløg og leikarar við stongsli, og stutt eftir stuðlaði FIFA evropeisku fótbóltssamgonguni.

Í dag hevur millum annað bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, boðað frá, at hann umhugsaði eitt bann fyri Super League, og harumframt hava áskoðararnir hjá teimum ensku feløgunum verið øgiliga hvassorðað í sínum mótmælum.

Tað hevði fyrr í dag ta avleiðing, at fleiri feløg tóku frástøðu frá ætlanini. Tað hendi, tá bæði Manchester City, Chelsea, Atletico Madrid, Barcelona og Bayern München boðaðu frá, at tey ikki vera við í kappigini, og nú hevur eisini Manchester United sagt tað sama í einari sera fáorðaðari fráboðan á heimasíðu felagsins.

- Manchester United verður ikki við í europeisku Super League. Vit hava lurtað væl eftir reaktiónini frá áskoðarum okkara, eftir bretsku stjórnini og eftir øðrum aktørum. Vit fara framhaldandi at arbeiða saman við ørðum í fótbóltsamfelagnum fyri at koma til eina haldbara loysn til tær avbjóðingar, sum fótbólturin hevur, sigur felagið í fráboðanini.

Tað hevur verið nógvur røringur í fótbóltsheiminum í dag, og fyrr í dag ljóðaði, at tveir stórar í stórum feløgum høvdu sagt upp. Talan skuldi vera um stjóran í Juventus og Manchester United, og seinni í dag váttaði enska stórfelagið, at Ed Woodward fer úr starvi, tá hetta árið endar.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

Í gjár kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11