Í dag er black friday, svarti fríggjadagur, sum er ársins størsti útsøludagur. Nógv góð tilboð eru at fáa, men tað eru eisini tilboð, sum ikki eru so góð, sum sagt verður.
Og tí kann svarti fríggjadagur eisini gerast svartur hjá kundum, sum ikki hava eyguni við sær.
Brúkaraumboðið minnir í hesum sambandi á reglurnar um tilboð, gávukort og um kappingar á sosialum miðlum.
Tilboð og undanprísir
Marknaðarføringin má ikki vera villleiðandi. Tá ið ein vøra verður sett á tilboð, skal undanprísurin vera upplýstur, so brúkarin kann síggja, hvør vanligi prísurin hevur verið, og harvið hvussu stórur avslátturin er.
Er eitt tilboð bert galdandi fyri eina avmarkaða nøgd, skal hetta koma greitt fram. Er nøgdin ógvuliga avmarkað, ella væntast vøran skjótt at verða útseld, eigur talið á vørum at verða upplýst.
Góð ráð til brúkaran
– Samanber prísir og kanna, um tilboðið nú er so gott, sum sagt verður.
– Keypir tú á netinum, eru hyggjuráðini at kanna, um nethandilin hevur teldupost ella telefonupplýsingar á heimasíðuni, soleiðis at tað ber til at seta seg í samband við handilin.
– Keypir tú jólagávur, er vert at kanna treytirnar fyri umbýting, eisini umbýtingarfreistina og møguleikan fyri at fáa tilgóðarseðil.
Elektronisk gávukort
Sum heild hava fólk rætt til at fáa virðið á elektroniskum gávukortum útgoldið í gildistíðini og upp til eitt ár eftir, at gildistíðin er farin.
Hetta er galdandi fyri gávukort, sum kunnu lesast elektroniskt, eitt nú við strikukotu, QR-kotu ella aðrari elektroniskari kotu, og sum goldið er fyri. Vanlig gávukort á pappíri, sum ikki kunnu lesast elektroniskt, geva vanliga ikki sama rætt.
Kappingar á sosialum miðlum
Vinnurekandi kunnu skipa fyri kappingum, har luttakarar skulu dáma ella deila eitt uppslag.
Tað er hinvegin ikki loyvt at krevja ella leggja upp til, at luttakarar skulu frámerkja sínar vinir.
Treytirnar fyri kappingini skulu vera greiðar og lættar at skilja. Millum annað skal upplýsast um virðið á vinninginum, møguligar avmarkingar, nær og hvussu vinnarin verður funnin, og hvussu vinningurin verður latin.
Brúkaraumboðið minnir á, at tað eru nógv ung undir 18 ár, ið hava sosialar miðlar.
Burturluta vinnurekandi ein vinning, sum tað vanliga er 18 ára aldursmark fyri at keypa, eigur tað ikki at vera gjørligt hjá ungum undir 18 ár at luttaka og at vinna ein tílíkan vinning.