Tað er einki, sum bendir á, at veiðigjøldini eru ov lág - heldur tvørtur ímóti. Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Fróði Magnussen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hann, hvussu er við veiðigjaldinum og um nøkur ætlan er um at broyta útrokningarháttin.
Aksel V. Johannesn sigur, at veiðigjaldið verður roknað út eftir avreiðingarprísunum árið fyri.
Fyrimunurin við tí er, at veiðigjaldið er kent, áðrenn farið verður til fiskiskap.
Nú er tað so, at veiðigjøldini renna aftaná gongdini í vinnuni. Eitt nú er prísurin á makreli hækkaður nógv hesi síðstu tíðina. Hann er hækkaður úr 6-7 krónum fyri kilo fyri fáum árum síðani, til hann nú liggur um 30 krónur fyri kilo.
Tað hevur gjørt, at veiðigjaldið er støðugt hækkað, men av tí at avreiðingarprísirnir eru hækkandi, er veiðigjaldið lutfalsliga lágt.
– Men vendir gongdin, kann tað henda, at veiðigjaldið verður lutfalsliga høgt eftir avreiðingarprísinum.
Talvan omanfyri vísir avreiðingarprísir og veiðigjald fyri makrel síðani summari 2023. Har sæst at hóast makrelprísurin tvífaldaðist frá 23/24 til 24/25, hækkaði veiðigjaldið ikki fyrr enn árið eftir.
Eftir verandi skipan er hægsta veiðigjaldið 36 prosent av útrokningargrundarlagnum. Í løtuni liggur prísurin á makreli um 30 krónur fyri kilo og veiðigjaldið er 7,73 krónur fyri kilo, sum svarar til eini 26 prosent.
Væntandi verður veiðigjaldið á makreli umleið 10 krónur fyri kilo frá 1. august næsta ár. Skuldi prísurin fallið 50 prosent til 20 krónur fyri kilo, verður veiðigjaldið áleið helvtin av avreiðingarprísinum.
– Tað eru nógv viðurskifti sum hava ávirkan á, hvussu nógv fiskirættindini eru verd. Tað kunnu vera bæði avreiðingarprísirnir og prísin á olju, sum hava ávirkan, eru eisini veður og lívfrøðilig viðurskifti kunnu hava stóra ávirkan á hvussu stórt virði á rættindum er.
– Skipasølurnar hesa síðstu tíðina, har veiðirættindi til uppsjóvarfisk eru seld fyri stórar upphæddir, benda í øllum førum ikki á, at veiðigjøldini eru sett ov høgt - tvørturímóti, sigur Aksel V. Johannesen
Hann sigur, at verða fiskirættindini, sum heild, seld á uppboði, hevði tað verið lættari hjá myndugleikunum at seta rætta gjaldið.
Hann sigur, at hann er varugur við teir fyrimunir og vansar, sum eru við veiðigjaldsskipanini, men hetta hevur ikki verið politiskt viðgjørt.
– Tí eru ongar ítøkiligar ætlanir um at gera broytingar í verandi skipan, sigur Aksel V. Johannesen.