Tá ið Eyðun Klakstein landsliðsvenjari í gjár boðaði frá, hvørjar 23 spælarar hann hevur sent boð eftir til dystirnar í Nations League, sum vera síðst í hesum mánaðinum og fyrst í næsta mánað, var ein landsliðsspælari hjá staddur í FSF húsinum, har tíðindafundurin var.
Tað var Viljormur Davidsen, sum 19. juli fylti 35 ár. Hann er millum teir elstu á liðnum, og hann er tann av teimum, sum í gjár vórðu úttiknir, ið hevur spælt flest landsdystir. Síðani 2013 hevur Viljormur spælt 94 landsdystir 94 landsdystir og skorað seks mál.
At nýggi landsliðshópurin er samansettur av tveimum heilt nýggjur spælarum – Mattias Hellisdal og Emil Weihe Joensen – og at tað eisini eru fleiri í hópinum, sum hava nógvar royndir, heldur Viljormur vera natúrligt og gott:
-Tá ið fleiri av teimum, sum plaga at vera við, ikki eru tøkir, tí teir eru skaddir, og tí Árni Frederiksberg er givin, so er tað gott, at tað eru aðrir, sum eru klárir at taka við. Teir hava royndir í altjóða fótbólti, bæði í Europa við felagsliðunum og á yngru landsliðnum, so tað eri eg tryggur við, sigur Viljormur Davidsen, og hann heldur fram:
-Tað er altíð neyðugt at hava royndir á liðnum, og sjálvandi eigur venjarin altíð at seta sterkasta liðið. Síðani Eyðun Klakstein tók við venjarastarvinum og Atli Gregersen tók við sum hjálparvenjari, hava vit hildið okkum til saman konseptið. Tað ber við sær, at allir spælararnir eru fult greiðir yvir, hvør uppgávan er, og tí er tað ikki so torført hjá bæði teimum við royndum og teimum nýggju, tá ið tað er neyðugt at skifta út. Vit vita, at tað hesa ferð verður neyðugt við nýggjum spælarum, og tá ið tað verður so tætt millum dystirnar, sum tað nú verður, og tá ið tað verður so nógv ferðing, so fara tað heilt víst at vera nógvir, sum fara at fáa møguleikan, staðfestir Viljormur Davidsen.
Í hesi Nations League kappingini fara Føroyar at spæla seks dystir:
26. september Føroyar – Kasakstan
29. september Moldova – Føroyar
2. oktober Føroyar – Slovakia
6. oktober Kasakstan – Føroyar
13. november Slovakia – Føroyar
16. november Føroyar – Moldova