Ongi úrslit

Tað er væl bíligari at miðsavna alt í Havn

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

 Taks arbeiðir alla tíðina við at effektivisera arbeiðsgongdir og at gera tær talgildar. Tað sigur Taks, nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár.

Í hesum sambandi vildi Fíggjarnevndin hava at vita, hvussu gongur við eftirlitumum hjá Taks, eisini við rúsevnum.  

– Taks er eisini fevnt av sparingum og tað hevur ávirkan á, hvussu nógv orku kann verða sett av til eftirlit, sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaðuro fíggjarmálum.

Men tolldeildin er víðkað við einum átaksleiðara í ár, og ætlanin er at seta tveir tollarar afturat næsta ár í. Somuleiðis er eitt eftirlitsfólk lagt aftur skattaeftirlitinum.

Fíggjarnevndin vildi eisini hava at vita, hví eingin tollari settur í Suðuroynni, hóast peningur varð settur av til endamálið.

Landsstýrismaðurin sigur, at eftirlitið á Tolldeildini hjá Taks er skipað soleiðis, at arbeitt verður út frá Havnini, og so verða munadygg eftirlit gjørd kring landið eftir einum skipaðum leisti og eftir eini váðameting í hvørjum einstøkum føri.

– Tað er skjótt hjá tollarum at flyta seg runt í landinum, og ber eisini til at brúka tyrlu og skjóttgangandi bátar, sigur lansstýrinum.

Hann sigur, at játtanin í 2024 upp á 500.000 krónur til at styrkja tolleftirlitið í Suðuroy, bøtti um eftirlitsorkuna á tolløkinum hjá Taks, eisini í Suðuroy.

– Taks hevur mett, at tað er skilabest at fara út til serstøk eftirlit við hóskandi tali av tollarum runt landið eftir tørvi og eftir eini váðameting, heldur enn at einstakir tollarar eru bundnir at ávísum støðum.

– Tað hevði kostað væl meira, sigur landsstýrismaðurin.

Annars hevur Taks mett, at tolleftirlitið eigur at verða styrkt. Fíggjarlógin leggur upp til, at tolleftirlitið verður styrkt við trimum tollarum tilsamans hesi næstu trý árini, og í løtuni verður tað hildið at vera hóskandi, sigur hann.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27

Par kom til ilnar á alfaravegi

14. november kl. 09:08