Ongi úrslit

Tað eru ikki øll ið tola hesar vaflurullurnar

Áki Bertholdsen
2. sepember kl. 09:40

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávaar nú ímóti einum slagi av vaflurullum, sum er at fáa í Føroyum.

Talan er um »LEMANFEN Strawberry Waffle Roll«  sum ávarað verður ímóti og orsøkin er, at har er ymiskt í, sum nøkurfólk ikki tola.

Heilt ítøkiliga er talan um.
LEMANFEN Strawberry Waffle Roll
Nettovekt: 48x52g CN
Best fyri: 07-2027
Uppruni: Kina

Orsøkin er, at har eru bæði egg og mjólk í rullunum, uttan at tað kortini stendur á pakkanum.  Tað merkir, at fólk, sum ikki tola egg og mjólk, kunnu verða sjúk av at eta hesar vaflurullurnar.

Tey, ið ikki tola egg ella mjólk, eiga ikki at eta hesar vaflurullurnar, men tey eiga at koyra tær í skrell, ella fara aftur í handilin við teimum, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

16 tímar síðan

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06