Ongi úrslit

Tað kann blíva ein vanlukka fyri nógv - serliga suðuroyingar og nólsoyingar

Teistin við Bryggju í Havn - men spurningurin er, hvussu leingi tað verður
Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Ætlanin hjá samgonguni um at strandferðslan ikki skal rinda nøkur gjøld til tær havnir tey brúka. Serliga rakar tað Tórshavnar Havn sum fer at missa sjey milliónir krónur.

Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi, vísir á, at hetta kann fara at fáa álvarsligar avleiðingar - eisini avleiðingar hann heldur at eingin hevur hugsað um. Tí heldur hann, at vit eiga at steðg á og hugsa okkum um

Eftir ætlan skuldi málið koma til viðgerar á Løgtingi í morgin, men nú er tað útsett til 20. oktobur. Tað fegnast løgtingsmaðurin um,  tí tað gevur tinglimum, og samgonguni, høvi at hugsa seg um.

Í fyrsta lagi er støðan tann, at umsitingin hjá Landsstýrinum sjálvum heldur, at hetta er »heft við álvarsligum løgfrøðiligum trupulleikum«, sum tey málbera seg. Og tey leggja afturat, at so má Landsstýrið rinda Tórshavnar Havn endurgjald.

Men Eirikur í Jákupsstovu spyr um hetta slóða fyri at tað fer sama mannagongd verður brúkt aðrastaðni.

Eirikur í Jákupsstovu hugsar um, at tá ið Landið tekur sær brúksrættin til havnarløg kring landið, kann landið so eisini taka sær brúksrætt aðrastaðni eisini - til Sev húsið í Vestmanna, ella býráðshúsið í Klaksvík, fyri at nevna tvey dømi.  

Men hann hugar eisini um, hvussu verður hjá Strandferðsluni. Eitt nú minnir hann á, at tað er havnarmeistarin, sum er evsti myndugleikin og kann avleiðingin vera, at Teistin, sum siglur upp á Nólsoy, verður vístur til Gomlurætt, sum er landshavn, ella kann tað hugsast, at Smyril verður vístur til Kollafjarðar? spyr hann.

Ella kann tað so enntá henda, at tað ikki verður pláss fyri teimum í Tórshavnar Havn yvirhøvur, legði hann afturat.

Hann sigur eisini, at missur Tórshavnar Havn hesar sjey milliónirnar, verða tær lagdar oman á onnur skip, eitt nú skip, sum føra matvørur til landið, so tað kann elva til dýrari matvørur, tí rokningin endar altíð hjá vanliga fólkinum.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

2. oktober kl. 08:31

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Ræðuleiki í stýrhúsinum: Flogskipari stungin, meðan flogfarið fall 5.200 metrar

2. oktober kl. 19:27