Ongi úrslit

Tað kom eldur í av gomlum battaríum

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Seinnapartin í gjár varð ringt til løgreglun at siga frá, at eldur var í eini bingju á skrelliplássinum í Klaksvík.

Tey í sløkkiliðnum vóru skjót á staðið og fingu sløkt eldin áðrenn nakar skaði hendi.

Men løgreglan sigur, at tá ið bingjan varð kannað, komu til ta niðurstøðu, at tað vóru nøkur gomul battarí, sum høvdu fest eld í. Tey høvdu ligið í skrellinum, og tað hevði elvt til so nógvan hita, at tað festi í.

Løgreglan sigur, a gomul battarí skulu IKKI koyrast í skrell saman við tí vanliga burturkastinum frá húsarhaldinum, men tey skulu burturbeinast fyri seg.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

17 tímar síðan

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

Løtumyndir-Norðfestivalurin

29. august kl. 21:18

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Fara at gera kollveltandi royndir við fiskiskapi undir Føroyum

1. sepember kl. 08:50

Eitt av hvørjum fimm atgongumerkjum fer til MVG

Í gjár kl. 13:33