Ongi úrslit

Tað kostar at lána pening: Landskassin rindaði hægri rentu í 2025

Miðalrentan á skuldini hjá landskassanum var 3,1% við árslok 2025. Tað vísir ein nýggj uppgerð frá Landsbankanum. Rentan er sostatt hækkað nógv síðani 2021 og er nú beint omanfyri støðið í 2011.

© Wikipedia.
Edmund Jacobsen
7. mai kl. 14:14

Sambært Landsbankanum er hækkingin ein avleiðing av hægri altjóða rentum og høgari inflatión seinastu árini. Frá 2011 til 2021 minkaði miðalrentan nógv, men gongdin vendi í 2022, tá tjóðbankar kring heimin fóru at hækka renturnar.

Landskassin tók nýggj lán í 2025

Í juni 2025 rindaði landskassin eitt lán á 1,645 milliardir krónur aftur. Longu í juli 2024 hevði landsstýrið tó tikið eitt nýtt 15 ára lán á 900 milliónir krónur við einari effektivari rentu á 3,624%. Í januar 2025 varð hetta lánið hækkað við 350 milliónum krónum til eina effektiva rentu á 3,55%.

Í mai 2025 tók landsstýrið harumframt eitt trý ára lán á 1,320 milliardir krónur við einari effektivari rentu á 2,419%. Partur av láninum varð nýttur til endurfígging og til at tryggja gjaldførið hjá landskassanum.

Nettoskuldin var 200 milliónir krónur

Við árslok 2025 var nettoskuldin hjá landskassanum 200 milliónir krónur. Marknaðarvirðið av lánsbrævaskuldini var 5,0 milliardir krónur, meðan gjaldførið var 4,8 milliardir krónur.

Landsbankin upplýsir eisini, at skuldin hjá landskassanum er býtt á fimm lánsbrævarøðir. Eitt lán á 900 milliónir krónur fellur til gjaldingar í juni í ár, og Landsbankin fyrireikar tí nýggja lántøku til endurfígging.

Landsbankin vísir á, at uppgerðin einans fevnir um beinleiðis rentuberandi skuld hjá landskassanum. Skuld hjá kommunum og tunnilsfeløgum er ikki tald við í hesum tølum.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30