Framyvir skulu vit hava eina eina heilsumiðstøð í Suðuroynni, og ikki bæði eina í Vági og á Tvøroyri.
Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin hevur biðið hana greiða frá hvørjar ætlanir samgongan hevur um at byggja heilsumiðstøð og umvæling av apotekinum í Suðri?
– At útvega hølir til heilsumiðstøðir er ein kommunal uppgáva, og bæði sitandi landsstýriskvinna og undanfarin landsstýrisfólk í heilsumálum, hava umrøtt málið um eina ella tvær heilsumiðstøðir við kommunurnar í Suðuroynni, sigur landsstýriskvinnan.
Hon sigur, at hon er samd við borgarstjórunum í kommunum í Suðuroynni í, at tað verður ein heilsumiðstøð fyri alla oynna.
Tað er ein fyrimunur fyri bæði heilsustarvsfólk og fólkið, at vit hava eina heilsumiðstøð, og tað er eisini í samsvarar við ynski hjá bæði kommunulækna og læknum undir útbúgving til kommunulækna.
Landsstýriskvinnan hevur tí í summar boðað kommununum frá, at hon ætlar at taka avgerð um, at tað verður ein heilsumiðstøð í Suðuroynni.
Í hesum sambandi hevur Heilsumálaráðið sent kommunum í Suðuroynni nakrar spurningar, fyri at fáa lýst fortreytirnar fyri at byggja ella útbyggja eina heilsumiðstøð.
Heilsumálaráðið fer at brúka svarini til at taka avgerð um staðsetingina.
Í sambandi við hesa viðgerðina, verður støða eisini tikin til Suðuroyar apotek.
Í løtuni verður apotekið umvælt og nú skal støða takast til um tað skal halda fram ella um nýtt høli skal útvegast apotek, sigur Eyðdi Hartmann Niclasen.
Annars hevur Vágs Býráð boðað frá, at ætlanin er at byggja Læknamiðstøðina í Vági, út, og Tvøroyrar Býráð hevur boðað frá, at arbeitt verður við at gera eina nýggja læknamiðstøð, sum skal vera fyri alla oynna