Ongi úrslit

Tað skal vera minni umsiting og skjótari hjálp

Fyrsta verkætlanin verður á hjálpartólaøkinum. Her er ætlanin at skipa eina skjótari tænastu, har fólk kunnu fáa hóskandi hjálpartól við heim beinanvegin eftir eina fakliga meting frá einum terapeuti

abmr.fo
2 tímar síðan

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2027 verður peningur settur av til verkætlanir, sum skulu einfalda mannagongdir og tænastur í Almannaverkinum. Við raðfestingini vil Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, seta ferð á arbeiðið at minka um umsiting og málsviðgerð og gera tænasturnar lættari atkomuligar.

”Skulu vit hava minni umsiting og skjótari tænastur, mugu vit seta orku av til at endurskoða mannagongdirnar og royna nýggjar arbeiðshættir. Hetta er ikki ein raðfesting av meiri umsiting, men av arbeiðinum at minka um hana. Málið er, at starvsfólkini kunnu brúka meiri tíð til at hjálpa fólki, og at tann einstaki fær skjótari og lættari atgongd til røttu hjálpina”, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum.

Peningurin skal brúkast til at endurskoða verandi mannagongdir og royna nýggjar arbeiðshættir, sum kunnu stytta um bíðitíðina og gera tað lættari hjá fólki at fáa ta tænastu, tey hava tørv á.

Fyrsta verkætlanin verður á hjálpartólaøkinum. Her er ætlanin at skipa eina skjótari tænastu, har fólk kunnu fáa hóskandi hjálpartól við heim beinanvegin eftir eina fakliga meting frá einum terapeuti.

Verkætlanirnar skulu vera við til at framtíðartryggja ein skynsaman rakstur og skapa tænastur, sum eru smidligari og lættari atkomuligar. Arbeiðið verður skipað við støði í tørvinum hjá teimum, sum brúka tænasturnar

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

9 tímar síðan