Ongi úrslit

Tað verður einki fjallveður teir næstu dagarnar

Tað hevur regnað illa og áirnar hava verið stórar. Her tað áin í rennur oman ígjøgnum Hósvík, sum er rættiliga stór í dag
Áki Bertholdsen
50 minuttir síðan

Tað hevur verið nokk so buldrasligt fyri veður í dag, við nógvum regnið og nógvum vindi, fleiri staðni oman fyri 30 metrar um sekundið.

Hetta er akkurát sum tey spáddu fyrr í vikuni. Men á Veðurstovuni siga tey, at vindurin fer at hæsa av nú seinnapartin og fleiri staðni er tað longu nógv minni vindur enn tað hevur verið.

Samstundis fer hann vestur um og hann verður liggjandi útsynningur teir næstu dagarnar við nakað av vindi, onkuntíð upp í 14 metrar um sekundið.

Hinvegin skulu bøndur ikki gera sær vónir um at sleppa á fjall hesar næstu dagarnar, tí tað verður ófantaligt veður við nakað av vindi og ælaveðrið, men við onkrari góðari løtu inn ímillum.

Men leygardagin fer tað ordiliga at regna, serliga út á seinnapartin.

Men annars er tað so lýtt í veðrinum, at kjøtterrin er einki serligur, tað er oman fyri 10 stig stig, so fyri tað er einki at skunda sær á fjall.

Eitt annað lágrýst liggur oman fyri Boston, og ta sær út til at fara vestan fyri okkum. Men víkir tað frá kósini, og kemur longur eystur, verður tað eisini eitt sindur buldrasligt mitt í næstu viku.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Føroyar mugu ikki elta Europa

Í gjár kl. 22:49