Ongi úrslit

Tað verður størri tørvur á at hugsa um kommunubygnaðin

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Nú ein nýggjur fíggingarleistur skal finnast fyri eldraøki, verður eisini neyðugt at finna eina loysn sum tryggjar, at tað ikki verður ov stórur munur á teimum tænastum, tey ymsu økini í landinum kunnu veita teimum eldri.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann um hann hevur hugsað um at seta eina kommunala útjavningarskipan í Føroyum, og um verandi skipan kann føra til at munurin á skattatrýsti og tænastustøði kommununum fer at økast.

Aksel V. Johannesen sigur, at samgongan hevur sett sær fyri, at samráðingar skulu takast upp við kommunurnar um nýggjan fíggingarleist fyri eldraøkið. Í hesum sambandi er ein arbeiðsbólkur settur við umboðum frá landi og kommununum, at koma við tilmælum um ein nýggjan fíggingarleist fyri eldraøkið.

Eftir ætlan skal arbeiði verða liðugt seinni í ár.

Í tí sambandi hevur landsstýrismaðurin eisini biðið arbeiðsbólkin útgreina eina blokkstuðulsskipan, við teimum fyrimunum og vansum, ein tílík skipan kann hava. Arbeiðsbólkurin er annars ikki avmarkaður í at koma við tilmælum.

Aksel V. Johannesen ásannar, at fortreytirnar hjá kommununum eru ymiskar, og tí er vandin fyri, at vaksandi útreiðslurnar til eldraøkið fer at økja um ójavnan ímillum øki í landinum, bæði í sambandi við  skattatrýst og tænastustøði.

Ein komandi fíggingarleistur má leggja upp fyri hesi avbjóðing, sigur hann.

Aksel V. Johannesen sigur, at tað er greitt at tann nýggi fíggingarleisturin má leggja upp fyri, hvussu tey ymsu økini í landinum verða rakt, so at munurin ímillum tey ikki verður ov stórur. Hvussu hetta verður gjørt, stendur til arbeiðsbólkin.

– Hóast kommunusamanlegging ikki er við í arbeiðssetninginum hjá arbeiðsbólkinum, er greitt, at við øktum trýsti á eldraøkið, verður í framtíðini enn meira tørvur á at hugsa kommunurnar í nýggjum samanhangi, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum

Tá tilmælið frá arbeiðsbólkinum kemur seinni í heyst, er klárt at fara undir samráðingar við kommunurnar, leggur hann afturat.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

Í gjár kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

Í gjár kl. 22:21

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49