Nú verða fyrstu stigini tikin til at byggja fleiri hundrað lestrarbústaðir í Havn.
Tað upplýsir Margit Stórá, landsstýriskvinna í bústaðarmálum.
Herfyri frættist um ætlanina at byggja ein heilan lestrarbýling við Heygsvegin í Havn, tað er beint vestan fyri Eirargarð.
Og nú hevur Bjørg Brynhildardóttir Egholm, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, spurt landsstýriskvinnuna hvønn leiklut Landsstýrið kann fáa í ætlanini.
Margit Stórá sigur, at fyrstu stigini verða tikin nú tí nú verður eitt sjálvsognarfelag sett á stovn, sum skal arbeiða víðari við ætlanini.
Landsstýrið er sinnað at lata grundstykki til endamálið, men tað er treytað av, at Tórshavnar býráð broytir byggisamtyktina, so at byggingin letur seg gera, eitt nú at tað letur seg byggja nóg høgt.
Hon sigur, at talan er um eitt grundstykki upp á 21.000 fermetrar mitt í Havnini, so tað hevur eitt stórt virði.
Annars hevur Betri samtakið stuðla ætlanini fíggjarliga, men Margit Stórá sigur, at tað hevur avgerandi, at hetta verður eitt tak, bæði landsins myndugleikar, kommunan og privat, mugu ganga saman um at fíggja.
Men tað er heldur eingin ivi um, at Landsstýrið er sinnað at vera við í verkætlanini. Hinvegin væntar hon ikki, at verkætlanin kemur so langt, at tað verður neyðugt at seta pening av á fíggjarlógini fyri næsta ár.
Annars var eisini ætlanin at gera einar 50 lestrarbústaðir á Eirargarði, men so kom fram, at bygningurin var í so ringum standi, at tað loysti seg ikki.
Men síðani er mett, at standurin var ikki so ringur og nú bíðar landsstýriskvinnan eftir eini meting afturat.
Landsstýriskvinnan sigur, at hon heldur, at tað hevur stóran týdning at arbeiða við báðum verkætlanunum, bæði við Heygsvegin og á Eirargarði.