Ongi úrslit

Talgild mørk skulu burtur: Samleikin og Skjáttan kunnu virka í grannalondunum

Føroyar arbeiða fyri, at føroyskar talgildar loysnir skulu kunna brúkast tvørtur um landamørk í Norður- og Baltalondum.

© Talgildu Føroyar.
Í farnu viku vóru Talgildu Føroyar vertir fyri fundi í EK-Digital, norðurlendsku embætisnevndini fyri talgilding. Umleið 15 gestir úr Norður- og Baltalondum komu til Føroya.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Føroyar arbeiða nú við at fáa samsvar millum føroysk p-tøl og donsk CPR-nummur. Endamálið er, at talgildar loysnir sum Samleikin og Skjáttan skulu kunna brúkast í grannalondunum. Hetta var eitt av høvuðsevnunum, tá umleið 15 gestir úr Norður- og Baltalondum hittust í Føroyum í farnu viku.

Talgild ferðing uttan forðingar

Málið er, at tað skal vera líka lætt at flyta seg talgilt millum londini sum at ferðast millum tey. Fólk skulu kunna búgva, arbeiða, lesa og virka í einum øðrum landi uttan talgildar forðingar.

Fyri at hetta skal bera til, mugu talgildu skipanirnar kunna eyðmerkja sama persón tvørtur um landamørk. Sambært Talgildu Føroyum hevur arbeiðið við at fáa samsvar millum føroysk p-tøl og donsk CPR-nummur vakt stóran áhuga í hinum londunum.

Føroyar vertir á fyrsta sinni

Fundurin var í EK-Digital, norðurlendsku embætisnevndini fyri talgilding. Føroyar hava luttikið í samstarvinum, síðan arbeiðsbólkurin varð stovnaður, men hetta var fyrstu ferð, at Føroyar vóru vertir. Fundurin var liður í felags føroyska-danska formansskapinum í Norðurlandaráðnum.

Mest lisið hesa vikuna

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

20 tímar síðan

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

Í gjár kl. 09:44