Ongi úrslit

Talið á útlendskum arbeiðsfólki í Føroyum veksur alsamt

Kvnnur tjena nógv minni enn menn
Áki Bertholdsen
6 tímar síðan

Sum vit skrivaðu beint í áðni, eru alsamt fleiri fólk til arbeiðis í Føroyum.Men Hagstovan sigur, at eisini, at næstan átta prosent av øllum, sum eru til arbeiðis, eru útlendingar og tey flestu av teimum arbeiða í ymsum framleiðsluvinnum.

Fyri at verða roknaður sum føroyingur, skal ein hava búð í Føroyum helvtina av lívinum. Ella, skal ein - einaferð í lívinum - hava búð tilsamans 7 út av 10 samanhangandi árum, í Føroyum.

Hagstovan sigur, at í oktobur vóru tað 2.358 starvsfólk, sum ikki høvdu bústaðartilknýti, tað vil siga, at talan er um útlendingar.

Hetta eru sløk átta prosent av øllum, sum arbeiða. Tað er góð 13 prosent fleiri enn í fyri einum ári síðani tá í 2.082 útlendingar vóru her og arbeiddi.

Størsti bólkurin, góð 43 prosent, av útlendsku starvsfólkunum, hava asiatiskan ríkisborgaraskap, helst úr Landsynningsasia, ella úr Teilandi, Filipsoyggjum, Vietman, og øðrum londum har um vegir.

Talið á útlendskum starvsfólkum við asiatiskum ríkisborgaraskapi hevur verið støðugt vaksandi, og seinastu fimm árini er tey vaksin úr 20 prosent,  upp í góð 40 prosent av allari arbeiðsmegini.

Tilsamans eru tey nú stívliga 1.000 starvsfólk, sum koma úr Asia. Av hesum eru 62 prosent menn og 38 prosent eru kvinnur. Annars er størsti kynsmunurin á útlendsku starvsfólkunum hjá teimum úr Eysturevropa, har góð 72 prosent eru menn.  

Flestu útlendingarnir arbeiða í framleiðsluvinnuni, mest á fiskavirkjum. Har arbeiða 761 útlendsk starvsfólk ella góð 30 prosent av øllum.

Næststørsti bólkurin eru tey, sum arbeiða á gistingarhúsum og á matstovum, tí tey eru 310 í tali. Og triðstørsti bólkurin eru tey, sum arbeiða í Heilsølum, í handlum og kioskum og á bilaverkstøðum. Tey eru 255 í tali.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27

Par kom til ilnar á alfaravegi

14. november kl. 09:08