Ongi úrslit

Talið minkar nógv í Kongo

48 deyðsføll skrásett

© CDC Global/Wikimedia
Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 17:00

Talið av illgrunasomum ebola-tilburðum í Demokratiska Lýðveldinum Kongo er minkað munandi eftir eina nýggja gjøgnumgongd hjá Heimsheilsustovninum WHO.

Sambært WHO eru í løtuni skrásettir 116 illgrunasamir tilburðir av ebola. Tað er ein stór minking samanborið við teir 906 illgrunasomu tilburðirnar, sum stovnurin upplýsti um fríggjadagin.

Samstundis eru 321 váttaðir smittutilburðir og 48 deyðsføll skrásett í sambandi við sjúkuna.

Stóra niðurskrivingin kemur av, at WHO um vikuskiftið hevur gjøgnumgingið fráboðanirnar nærri og hevur staðfest, at fleiri hundrað av teimum áður illgrunasomu tilburðunum ikki vóru ebola.

Nýggju tølini geva heilsumyndugleikunum eina neyvari mynd av støðuni, men arbeiðið við at fylgja smittuspjaðingini og avmarka hana heldur fram.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

Í gjár kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

11 tímar síðan